29 uppskot um sernámsfrøði í fólkaskúlanum

29 uppskot um sernámsfrøði í fólkaskúlanum
Arbeiðsbólkur hevur latið landsstýrismanninum tilmæli um, hvussu sernámsfrøðin skal skipast
 
26.06.2014 - 08:08

Landsstýrismaðurin í mentamálum fekk týsdagin 29 uppskot um, hvussu sernámsfrøðin í fólkaskúlanum kann mennast.

Bjørn Kalsø setti í november í fjør níggju fólk í ein arbeiðsbólk at gera tilmæli um, hvussu sernámsfrøðin skal skipast í framtíðini.

Mælt verður fyrst og fremst til at endurskoða lóggávuna og taka ST-sáttmálan um rættindi hjá teimum, sum bera brek, við í endurskoðanina. Minni eitt prosent av næmingunum í fólkaskúlanum ganga í serskúla. Tað eru færri enn í grannalondunum.

Hetta setur stór krøv til sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlanum, so tað so væl sum til ber er í neyvum samstarvi og greiðum uppgávu- og arbeiðsbýti millum førleikastovur og Sernám.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659