Kanna harðskapsmál í Havn

Kanna harðskapsmál í Havn
Ein maður hevur brotið beinið í fleiri støðum, og er framvegis innlagdur
 
26.06.2014 - 11:20

Løgreglan kannar í løtuni eitt harðskapsmál. 

Tað var um seks-tíðina leygarmorgunin, at boð vórðu eftir løgreglu, tí tveir menn vóru í hornatøkum í miðbýnum í Havn. Ein triði maður royndi at sissa menninar og legði uppí. Endin var, at ein teirra datt.

Breyt beinið í fleiri støðum

Maðurin, sum datt, varð fluttur á Landssjúkrahúsið, og tað vísti seg, at hann hevði brotið beinið í fleiri støðum. Hann er framvegis á innlagdur.

Sambært vakthavandi á politistøðini í Havn, eru vitni í málinum, men tey eru ikki avhoyrd enn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659