Sildberin fer í sigling í seinnu helvt av juli

Sildberin fer í sigling í seinnu helvt av juli
Nýggju motorarnir verða settir í skipið í næstu viku, og síðani verður Sildberin flotaður
 
26.06.2014 - 14:53

Arbeiðið at rigga strandfaraskipið Sildberan til skúvoyarsiglingina gongur framá, og skipið fer í sigling í seinnu helvt av juli.

Nýggju motorarnir - 500 hestar hvør - eru settir í, men meðan maskinrúmið verður málað, og annað verður gjørt liðugt, eru motararnir tiknir úr skipinum.Teir verða setir í aftur í næstu viku, og tá verður Sildberin flotaður, og motararnir avrættaðir, sigur Jóan Petur Abrahamsen, tekniskur leiðari á Strandferðsluni.

Síðani verða nakrir royndartúrar gjørdir á farleiðini millum Skúvoy og Sand, og manningin skal eisini fáa stundir at læra skipið at kenna.

Eykajáttan

Strandfaraskip Landsins fingu eina millión krónur í eykajáttan til at umbyggja og umvæla nýkeypta skúvoyarskipið Sildberan. Neyðugt varð við eykajáttan, tí tilboðið upp á umvælingararbeiðið var eina millión hægri, enn upprunlaiga mett.  Í umbønini um eykajáttan til Sildberan stóð, at meirkostnaðurin millum annað stóðst av, at ein krani skuldi keypast, sum kann lyfta 800 kg, soleiðis at plattar kunnu flytast. Tað var ynski frá skúvoyingum. 

Eisini vórðu eyka krøv um rýmingarleiðir og um nýggja sprinklaraskipan - og motorarnir kostaðu meira enn væntað. Útreiðslurnar at seta motrarnar í , 600.000 krónur, vóru av misgáum ikki komnar við í játtanarumbønina. 

Ætlanin var upprunaliga, at nýggi Sildberin skuldi setast í sigling um Skúvoyarfjørð fyrst í mai, men tann ætlanin helt ikki. Nú fer Sildberin í sigling í seinnu helvt av juli.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870