Rudda slóð fyri føroyskum heilivági í Íslandi

Rudda slóð fyri føroyskum heilivági í Íslandi
Felagsnevndin viðvíkjandi Hoyvíkssáttmálanum hevur havt fund í Reykjavík
Tað er ikki sum at sia tað at útflyta heilivág úr Føroyum til Íslands
 
27.06.2014 - 09:08

Viljin hjá íslendingum at finna og beina burtur forðingarnar fyri føroyskum medisinútflutningi til Íslands er stórur. 

Tað sigur Áki Johansen, formaður í føroysku nevndini, sum hevur verið á felagsnevndarfundi um Hoyvíkssáttmálan.

Fleiri evni vóru á fundarskránni í Íslandi, men ovast stóðu trupulleikarnir, sum eitt nú Apoteksverkið hevur at útflyta heilivág til Íslands.

Lættari sagt enn gjørt

Í Íslandi eru kundar, sum vilja hava Apoteksverkið at gera ávís sløg av heilivági fyri seg, og at keypa hann. Men tað hevur víst seg at verið lættari sagt enn gjørt .

Ísland er við í EBS-samstarvinum millum ES og EFTA-londini. Og tann sáttmálin er oman fyri Hoyvíkssáttmálan millum Føroyar og Ísland. Sambært EBS-samstarvinum eru Føroyar triðjaland.  

Á fundinum í Íslandi í gjár vórðu trupulleikarnir hjá føroyska Apoteksverkinum umrøddir, og Áki Johansen sigur, at íslendingar viðurkenna, at trupulleikin liggur hjá teimum.

Ikki loyvt at gera mismun

Sambært Hoyvíkssáttmálanum er ikki loyvi at gera mismun millum íslendskar og føroyskar vørur, um framleiðslan annars er á sama stigi, og íslendingar fara nú at vita, um talan er um lógir, sum forða, ella um talan bara eru um mannagongdir, sum skulu broytast. Er talan um lógir, sum skulu broytast í Altinginum, so tekur tað eitt sindur av tíð, men er talan bara um mannagongdir, so eigur at verða skjótari.

Tað ber ikki til at siga, nær klárt verður at útflyta heilivág til Íslands, men Áki Johansen, sigur, at íslendingar nú fara at rudda slóð fyri føroyskum medisini á íslendska marknaðinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262