Anita farin til Spania at rigga til

Anita farin til Spania at rigga til
Reiðaríið hevur veitt trygd fyri 2,4 milliónum kr., og tí kundi skipið fara avstað
 
30.06.2014 - 11:41

Garnaskipið Anita er farið til Spania at rigga til, so skipið kann fara til fiskiskap aftur. Samstundis verður bíðað eftir, at málið um brot á kunngerðina um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva kemur fyri í rættinum. Tað verður neyvan fyrr enn eftir summarfrítíðina.

Ákæruvaldið hevur sent Føroya rætti ákærurit um Anitu. Reiðarin, skiparin og reiðaríið eru ákærd fyri at bróta kunngerðina um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini.Talan er um seks brot á kunngerðina, sigur Linda Hesselberg, ákæri. 

Vørn meldaði Anitu, eftir at gørnini hjá skipinum vórðu drigin beint fyri páskir. Politiið hevur trygd í Anitu fyri bót, sakarmálskostnað og reiðskap, sum ákæruvaldið hevur lagt hald á.Talan er um 2,4 mió. kr. 

Løgmaður upp í málið

Reiðaríið hevur veitt trygd fyri pengunum, og tí kundi skipið fara til Spania, sigur Jens Andrias Vinther, advokatur hjá felagnum. Løgmaður ger av, um Anita sleppur aftur til fiskiskap við føroyskum veiðiloyvi. Løgmansskrivstovan arbeiðir við málinum, og ein avgerð verður tikin í næstum, verður upplýst á Løgmansskrivstovuni.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, upplýsti herfyri, at Vørn hevur nevnt møguleikan at taka aftur veiðiloyvi og tá øll fiskirættindini hjá Anitu. Heimildina at gera tað hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum. Men av tí at umsitingin hjá landsstýrismanninum er ógegnig at viðgera málið, hevur løgmaður avgjørt sjálvur at viðgera og avgera, um veiðiloyvið hjá Anitu skal takast aftur. 

Sjóvinnustýrið viðger vanlukkuna

Sjóvinnustýrið viðger málið um vanlukkuna, tá Anita misti ein mann tann 11.februar. 

Vørn tók loyvið at fiska frá Anitu í ein mánað. Anita fekk loyvið aftur 19.mai.  

Nú er so skipið í Spania, har tað verður riggað til at fara aftur til fiskiskap, upplýsir advokaturin hjá felagnum, Jens Andrias Vinther.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815