Hava ikki pláss tøk til fólk frá Sea Shepherd

Hava ikki pláss tøk til fólk frá Sea Shepherd
Varðhaldið í Mjørkadali er fyrireikað, men enn er eingin sendur av landinum, so pláss verður til fólk frá Sea Shepherd, verða tey tikin
 
30.06.2014 - 15:33

Enn er eingin sendur úr Varðhaldinum í Mjørkadali til Danmarkar at sita, so pláss verður fyri fólkum, sum eru komin til Føroya at mótmæla grindadrápi, gerst neyðugt at handtaka tey.

Seinast, Sea Shepherd hevði nógv fólk í Føroyum, vórðu fólk í Varðhaldinum flutt til Danmarkar fyri at hava pláss tøk í Varðhaldinum, gjørdist tað neyðugt. Tað er ikki gjørt í ár, ikki higartil.

Eru fyrireikað

Birgir Hansen, fangavørður í Mjørkdali, sigur tó, at tey eru fyrireikað í Varðhaldinum.  Í Varðhaldinum í Mjørkadali er pláss fyri 14 fólkum. Men til ber at skipa so fyri, at fleiri kunnu koma inn, gerst tað neyðugt.

Tað ber eisini til at lata fólk leys soleiðis, at tey koma inn aftur seinni at sita tað, sum eftir er av dóminum. Tað ber til at gera við fólk, sum ikki eru varðhaldsfongslað, men sita fyri eitt nú rúsdrekkakoyring.

Kunnu senda fólk til Danmarkar

Møguleiki er eisini at senda fólk til Danmarkar at sita, um brúk verður fyri plássi í Mjørkadali.  Men enn er eingin sendur av landinum í ár, tí Sea Shepherd hevur eitt átak her móti grindadrápi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541