Widerø onga ætlan um fasta rutu til Føroya

Widerø onga ætlan um fasta rutu til Føroya
Norska flogfelagið ger umleið 10 leigutúrar um mánaðin
 
30.06.2014 - 09:30

Hóast norska flogfelagið Widerøe javnan flýgur leiguferðir millum Noreg og Føroyar, hevur felagið ongar ætlanir um stovna rutuflúgving til Føroya.

- Fyribils verður hildið fram við leiguflúgvingini, og samstundis meta vit um tørvin á fastari rutu. Hetta er galdandi á øllum leiðum og marknaðum, sum hóska til okkara flogfør. Um grundarlag er fyri fastari rutu til Føroya, er ov tíðliga at siga enn, sigur rutustjórin í Widerøe, Sverre Sletten, við heimasíðuna Check in.dk.

Widerøe eigur 42 Dash 8-flogfør.

10 leiguferðir um mánaðin 

Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága floghavn, sigur við Check in.dk, at Widerøe flýgur umleið 10 leiguferðir um mánaðin fyri føroyskar fyritøkur. Hann vil fegin, at Widerøe stovnar fasta rutu, tí eftirspurningurin frá føroyingum, sum starvast í Noregi, eftir rutu alt árið, er stórur, sigur stjórin í Vága floghavn.

Atlantsflog kunngjørdi herfyri, at ætlanin er at flúgva fleiri ferðir um vikuna til Bergen næsta ár við einum flogfari, sum tekur millum 50 og 70 ferðafólk. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328