Landið og kommunur fáa meiri í skatti

Landið og kommunur fáa meiri í skatti
Vøksturin er 32 milliónir kr. hjá bæði landskassanum og kommununum fyrra hálvár í ár
 
01.07.2014 - 15:24

Bæði landið og kommunurnar hava fingið meiri í skatti fyrra hálvár í 2014 samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Tað vísir ein nýggj skattauppgerð hjá TAKS fyri fyrstu seks mánaðirnar í ár.

Landskassin hevur higartil fingið góðar 641 milliónir krónur inn í skatti, og tað er nakað meiri enn fyrstu seks mánaðirnar í fjør. Ítøkiliga er skattainntøkan slakar 32 milliónir størri, ella 5,2 prosent, upplýsir Taks.

Kommunurnar 724 mió. kr.

Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið 724 milliónir krónur í skatti, og tað eru 32 milliónir krónur ella 4,6 prosent meiri enn sama tíðarskeið í fjør.

Allar kommunurnar, tó ikki Húsavíkar kommuna, hava hægri skattainntøkur fyrra hálvár í ár sammett við sama tíðarskeið í fjør.

Millum størru kommunurnar hava millum annað Sjóvar kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Vestmanna kommuna, Sørvágs kommuna og Eysturkommuna ta størstu framgongdina, tó at tær størstu kommunurnar Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna og Runavíkar kommuna, eisini hava eina hampiliga framgongd.

13 mió. meiri í eftirlønarskatti

Fyrstu seks mánaðirnar í ár eru góðar 126 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti og slakar 21 milliónir í kirkjuskatti. Eftirlønarskatturin er góðar 13 milliónir krónur størri enn somu tíð í fjør.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472