Borgararnir rinda skatt uttanlands

Borgararnir rinda skatt uttanlands
Húsavíkar kommuna er einasta kommuna, sum hevur fingið minni skatt í ár enn í fjør
 
02.07.2014 - 12:51

Fíggjarliga hongur illa saman hjá Húsavíkar kommunu, sum var einasta kommunan í landinum, ið fekk minni í skatti fyrra hálvár í ár, enn somu tíð í fjør.

Munurin var 227.000 kr., og tá skattgjaldararnir ikki eru so nógvir, so merkist lækkingin væl, sigur borgarstjórin, Jákup Martin Sørensen.

Arbeiða uttanlands

Orsøkin til minkingina stavar í høvuðsheitunum frá, at fleiri borgarar arbeiða í øðrum londum, og rinda skatt har. Jákup Martin Sørensen sigur, at í fjør var inntøkan á eini leið, men í ár er hon minkað.

Í Húsavíkar kommunu búgva 119 fólk, og áhugin fyri at búseta seg í kommununi er stórur. Men tá fólk virka og rinda skatt í øðrum londum, er torført at reka Húsavíkar kommunu. Í Húsavík er eingin skúli, og heldur ikki barnaansing. Tí fara børn til Sands at ganga í skúla og á stovni. Tað má kommunan rinda fyri, sigur borgarstjórin.

Krøvini vaksa

Hann vil ikki finnast at teimum, sum virka aðrastaðni, tí annars høvdu teir onga inntøku havt, og høvdu neyvan búð í kommununi. Men krøvini til kommununa eru alsamt vaksandi. M.a. er krav um, at kommunan skal leggja kloakk, og tað arbeiðið skal vera liðugt í seinasta lagi næsta ár. Tað fer snøgt sagt ikki at lata seg gera, tí pengar eru ikki til arbeiðið, sigur borgarstjórin.

Ætlanir eru eisini um at gera nýggjan kirkjugarð, og tað kostar eisini væl av pengum.

Eiga tvær mió. kr.

Sum heild er Húsavíkar kommuna væl fyri. Hon eigur tvær milliónir kr. á bók. Men tað er skjótt at brúka teir pengarnar, tí kloakkin kostar tríggjar milliónir kr. umframt annað, sum skal gerast. Tí setur borgarstjórin sítt álit á, at Húsavíkar kommuna fer at fáa nakað av pengum frá landinum, tá eldraøkið verður lagt til kommunurnar at umsita frá 1. januar.

Tosað hevur verið um, at Sandoyggin er í eini serstøðu, og tí skulu fleiri pengar latast teimum kommununum. Men hvussu nógvar pengar talan kann gerast um, veit borgarstjórin ikki í løtuni. Hendir ikki eitthvørt óvanligt, so verður torført at reka Húsavíkar kommunu í framtíðini, sigur Jákup Martin Sørensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938