Níggju verkætlanir fáa stuðul úr filmsgrunninum

Níggju verkætlanir fáa stuðul úr filmsgrunninum
Grunnurin hevur hálva millión, og 22 umsóknir vóru um stuðul
Sakaris Stórá hevur fingið stuðul at gera handrit til ein spælifilm
 
02.07.2014 - 11:32

Níggju filmsverkætlanir hava á fyrsta sinni fingið stuðul úr nýggja filmsgrunninum. 

Tilsamans vóru 22 umsóknir um at fáa burtur av tí hálvu milliónini, sum er sett av á fíggjarlógini til at stuðla film.  

100.000 kr. til Ludo

Filmsfelagið Bye Bye Bluebird og Katrin Ottarsdóttir hevur fingið 100.000 kr. til at gera filmin "Ludo" lidnan. Filmurin er liðugt upptikin, og Katrin Ottarsdóttir hevur seinasta árið roynt at fáa fígging til at gera filmin lidnan. 

Sakaris  Stórá hevur fingið 40.000 kr. til at menna handritið til fyrsta spælifilmin. Ein annar leikstjóri, Anton Petersen, hevur fingið stuðul til ein spælifilm, og Torfinnur Jákupsson hevur fingið 50.000 krónur til at menna ein sjónvarpskrimi. Stuðul er eisini latin til heimildarfilmar, eitt nú ein film um Lítla Dímun og ein film um kolasøguna. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659