Ov fáir lærarar fáa førleikaviðbót

Ov fáir lærarar fáa førleikaviðbót
Næstformaðurin í Lærarafelagnum sigur, at tað sendir neiligan boðskap, at fólk við ískoytisútbúgving ikki fáa viðbót
 
03.07.2014 - 08:00

Lærarar í fólkaskúlanum kunnu fáa førleikaviðbót, um teir hava ískoytisútbúgvingar, men tær verða sjáldan latnar.

Tað sigur Jónleif Johannesen, næstformaður í Føroya Lærarafelag.

Í sáttmálanum hjá Føroya Lærarafelag stendur, at førleikaviðbót kann verða latin, men myndugleikarnir lesa hesa orðingina sum, at viðbót skal ikki verða latin, sigur Jónleif Johannesen á heimasíðuni hjá Lærarafelagnum.

Hann heldur, at fleiri lærarar hava ískoytisútbúgvingar, sum lúka krøvini til førleikaviðbót, millum annað serlærarar, lesivegleiðarar, skúlavegleiðarar og orðblindalærarar. Men teir fáa hana ikki. 

Lofta næmingum

Hesar ískoytiseftirútbúgvingarnar eru settar í verk fyri at lofta næmingum, ið hava ilt við at halda seg til nýggju avbjóðingarnar, ið fólkaskúlin gevur teimum. Og tað sendir neiligan boðskap, at lærararnar, sum taka hesar útbúgvingar og uppgávur á seg, ikki fáa viðbót, sigur Jónleif Johannesen. 

Hann heldur, at førleikaviðbótin hevði eggjað fólki enn meira at átaka sær hesar týdningarmiklu uppgávur, og vildi gjørt, at arbeiðið verður millum mest áhugaverdu postar í fólkaskúlanum. Við verandi skipan er vandi fyri, at eldsálirnar brenna út.  

30 fara undir útbúgving

Næsta skúlaár byrja umleið 30 lærarar á støddfrøði-vegleiðaraútbúgvingini. Jónleif Johannesen vísir á, at hesir lærarar áttu at verði knýttir at førleikastovunum kring landið, og at ein førleikaviðbót til lærarar hevði økt munandi um virðingina fyri serfakkunnleikanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744