Enn er eingin nevnd tikin av

Enn er eingin nevnd tikin av
Síðan løgmaður í februar boðaði frá, at hann fór at rationalisera almennu nevndirnar, eru fleiri nýggir nevndarsessir settir á stovn
 
04.07.2014 - 15:48

Tað gongur so sum so at fækka nevndarsessirnar í Føroyum.

Fyri sløkum fimm mánaðum síðani vísti eitt yvirlit hjá Løgmansskrivstovuni, at vit høvdu 145 almennar nevndir og ráð í Føroyum við tilsamans 743 nevndarsessum. Løgmaður boðaði frá, at hann ætlaði sær at fækka talið á nevndum, og gera tær bíligari.

Tríggjar nevndir afturat

Men enn er ongin nevnd tikin av. Tvørturímóti eru tríggjar nevndir komnar aftrat í bunkan við almennum nevndum og ráðum. Tríggjar rættiliga trivaligar nevndir. Hálvan mai varð partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar sett á stovn. Í nevndini eru sjey limir.

Tvær vikur seinni fingu vit so eitt Útflutningsráð Føroya - eisini við sjey fólkum.Og fyri nøkrum døgum síðan almenna partafelagið Visit Faroe Islands sett á stovn og nevnd vald. Í hesari nevndini eru átta fólk. Nevndin kemur í staðin fyri endurstovnaða Ferðaráðið, sum hevði seks limir.

22 nevndarlimir

Tað vil siga tríggjar spildurnýggjar nevndir við tilsamans 22 nevndarlimum, sum allir skulu hava løn fyri arbeiðið. Ongin nevnd er løgd niður hesa tíðina, upplýsa tey á Løgmansskrivstovuni. Tá aðalráð stovna ella taka nevndir av, skal Løgmansskrivstovan hava boð um hetta.

Tað er eitt sindur ymiskt, hvørja samsýning nevndirnar fáa. Í tunnilsnevndini fær formaðurin 8.000 krónur um mánaðin í samsýning, næstformaðurin 6.000 kr, og hinir nevndarlimirnir fáa 4.000 kr um mánaðin. Tilsamans kostar hendan nevndin yvir 400.000 krónur um árið.

Í Útflutningsráðnum fáa allir nevndarlimirnir fundarpengar, og tað verður væl minni enn í tunnilsfelagnum. Samsýningin liggur millum 525 og 1575 krónur hvørja ferð, alt eftir hvussu langur fundurin er. Á Løgmansskrivstovuni siga tey, at ætlanin er at útflutningsráðið skal hava tveir fundir um árið, men at tað í fyrstuni kanska verða fleiri fundir.    

Enn er ikki avgjørt, hvørja samsýning, teir átta nevndarlimirnir í Visit Faroe Islands fáa. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at landsstýrismaðurin skal góðkenna samsýningina hjá nevndini.

Samsýningar lækkaðar

Hóast tað higartil ikki hevur eyndast at lækka talið á nevndum, eru samsýningarnar til eina av almennu nevndunum tó lækkaðar. Tað er í Fíggingargrunninum, har lønin hjá formanninum er lækkað úr 18.000 krónum niður í 6.000 krónur um mánaðin, og samsýningin til nevndarlinmirnar er farin úr 9.000 krónum niður í 4.000 krónur.

Tað hevur ikki eydnast útvarpinnum at fáa orðið á løgmann, Kaj Leo Holm Johannesen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 13.partur
186216
Mánadag 13. januar
Orðaval #8 - jól og veður
186210
Mánadag 13. januar
Góðan morgun Føroyar
186207
Mánadag 13. januar
Morgunlestur: Mánadagur 13.januar 2025
186197
Sunnudag 12. januar
Bolero - Tónleikur til veturin
186189
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125