Gerðarrættur: Forskúlastørv eru flokkað

Gerðarrættur: Forskúlastørv eru flokkað
Báðir sáttmálapartarnir siga, at størvini eru ikki flokkað, sigur advokaturin hjá Pedagogfelagnum
Sigmund Poulsen, advokatur, undrast á úrskurðin hjá Fasta Gerðarrættinum
 
08.07.2014 - 08:08

Størvini hjá pedagogum í forskúlunum eru ikki flokkað.

Tað siga bæði Pedagogfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, sigur advokaturin hjá Pedagogfelagnum.

Men meirilutin í Fasta Gerðarrættinum sigur, at størvinum hjá pedagogum í forskúlunum eru longu flokkað í sáttmálanum millum Pedagogfelagið og kommunurnar. 

Tí kann Pedagogfelagið ikki lýsa verkfall í forskúlunum, sigur Fasti Gerðarrætturin.

Undrast á úrskurð 

Sigmund Poulsen, advokatur hjá Pedagogfelagnum, undrast á, at høvuðsgrundarlagið undir úrskurðinum hjá Fasta Gerðarrættinum er, at størvini í forskúlunum longu eru í sáttmálanum fyri pedagogar, tí tey hava verið lønt eftir hesum sáttmála í nøkur ár. Og ongar ásetingar um forskúla komu í nýggjasta sáttmálanum, sum varð gjørdur 15.januar í ár.

Sigmund Poulsen sigur við heimasíðuna hjá Pedagogfelagnum, at partarnir settu sjálvir 1.mai í ár sum freist fyri at gera flokkingina. Tað eydnaðist tó ikki.

Pedagogfelagið noktaði tí limum sínum at søkja størv í forskúlunum og boðaði frá arbeiðssteðgi har 17.august.

KAF og flokking

Men felagið hevur nú avlýst hesi tiltøk, eftir at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fekk viðhald í Fasta Gerðarrætti.

Sigmund Poulsen sigur, at í juli í fjør skrivaði Kommunala Arbeiðsgevarafelagið til Pedagogfelagið, at forskúlaøkið og innihaldið í pedagogstarvinum eru ikki nóg væl lýst til at fáa flokkingar gjørdar, áðrenn skúlarnir byrja aftur eftir summarsteðgin.

Arbeiðsgevarafelagið mælti tí til í juli í fjør, at partarnir arbeiddu víðari við flokkingunum komandi árið.  

Sigmund Poulsen vísir síðani á, at í tí eina málskravinum, sum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið sendi Fasta Gerðarrættinum 23.juni í ár, stendur, at Pedagogfelagið vil ikki føra veruligar og seriøsar samráðingar um at flokka størvini hjá pedagogum í forskúlunum.

Advokaturin hjá Pedagogfelagnum undrast tí á, at Fasti Gerðarrætturin sigur, at størvini eru flokkað, tá báðir sáttmálapartarnir siga, at tað eru tey ikki.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. januar
Nú er kósin sett og vit hyggja at 2026
202259
Mánadag 5. januar
Morgunlestur mánadagur 5.januar 2025
202087
Sunnudag 4. januar
Ættirnar syngja og suða
202225
Sunnudag 4. januar
Bolero - Nýggjárstónleikur
202219
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 5. januar
Veðrið
202274
Sunnudag 4. januar
Møti hjá Frelsunarherinum
202233
Sunnudag 4. januar
Andakt við Rasmus Petersen
202230
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150