Svimjihøllin í Klaksvík letur upp leygardagin

Svimjihøllin í Klaksvík letur upp leygardagin
Umfatandi umvælingar eru gjørdar, og umklæðingardeildin er nýggj.
Mynd: Savnsmynd  
 
09.07.2014 - 11:16

 

Svimjihøllin í Klaksvík hevur verið afturlatin í átta mánaðir, men leygardagin lata dyrnar uppaftur.

Vit hava valt at lata upp aftur nú í summar, sjálvt um okkurt smávegis enn er at fáa uppá pláss, sigur Torkil Mørkøre, leiðari. Arbeiðið, sum eftir er, kann gerast liðugt, hóast Svimjihøllin er opin, og væntandi er alt komið upp á pláss fyrst í september, sigur hann.

Brúsu- og umklæðingardeildirnar eru gjørdar av nýggjum og í høllini er nú eisini kafeteria. Seinni í summar verður fitnesshølið tøkt, verður sagt.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Týsdag 20. januar
Breddin: Bara ein vaksin í húskinum
202959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852