Mistak at vraka lægsta tilboðið

Mistak at vraka lægsta tilboðið
Almannaverkið átti at havt keypt bíligastu møblarnar, sigur Fíggjarmálaráðið. Men nú er ov seint. Eiga tó at læra av mistøkunum
Almannaverkið mistók seg, sigur Fíggjarmálaráðið. Kundi havt spart knappar 60.000 kr.
 
15.07.2014 - 07:33

Hóast Idé Møblar høvdu lægsta tilboðið, keypti Almannaverkið møblar frá Nema, sum kostaðu góðar 57.500 kr, 26 prosent, meira enn tilboðið hjá Idé Møblum.

Almannaverkið keypti frá Nema, tí møblarnir haðani høvdu tað sniðið, sum Almannaverkið vildi hava.  

Men ta frágreiðingina góðtóku Idé Møblar ikki. Og tað ger Fíggjarmálarráðið heldur ikki.

Idé Møblar kærdu Almannaverkið. 

Fíggjarmálaráðið viðgjørdi kæruna og niðurstøðan er greið: Almannaverkið átti at havt tikið av tilboðnum hjá Idé Møblum. Ikki kann sigast, at stórvegis munur er á møblasniðinum, sum Idé Møblar bjóðaðu, og sniðinum, sum Nema bjóðaði. Men prísmunurin er stórur, sigur Fíggjarmálaráðið.

Almannaverkið kundi helst broytt avgerðina og tikið av tilboðnum hjá Idé Møblum, tí Idé Møblar gjørdu alt fyri eitt vart við seg, tá Almannaverkið avgjørdi at keypa frá Nema.

Ov seint at bakka 

Men nú er ov seint. Skal Almannaverkið nú keypa frá Idé Møblum í staðin fyri frá Nema, fær tað uttan iva fíggjarligar avleiðingar fyri Almannaverkið, sigur Fíggjarmálaráðið.

Og so er ikki annað at gera enn at læra av mistøkunum, so tey ikki endurtaka seg.

Niðurstøðan hjá Fíggjarmálaráðnum endar við hesum orðum:

"Vit kunnu tí ikki annað enn læra av mistøkunum, sum eru gjørd í hesum tilboðsfyrispurningunum, soleiðis at tey ikki verða endurtikin."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985