Súkklukappingin Kring Føroyar verður í næstu viku

Súkklukappingin Kring Føroyar verður í næstu viku
Kappingin er broytt nakað í ár, og koyrt verður væl fleiri kilometrar enn undanfarin ár
 
17.07.2014 - 09:20

Stóra etapusúkklukappingin, sum í ár eitur Volvo Kring Føroyar, verður skotin í gongd mikudagin 23. juli.

Í ár verður eingin prologur, og súkklararnir fara til Sands at kappast í drúgvum einkultstarti, sum í ár verður ikki minni enn 36 km langur.

Fyrr varð koyrt góðar 300 km, men í ár verður koyrt slakar 500 kilometrar. Høvuðsdómari í ár verður Geyr Gilsteinsson.

Ruturnar verða soleiðis í ár:

23. juli: 110 km landavegsúkkling Eysturoy – Borðoy! Flogvøllurin – tunnilin við Streymin – Selatrað – Gøtueiði – Klaksvík – Hvannasund – Klaksvík (Effostøðin)

24. juli: 110 km landavegsúkkling Streymoy – Eysturoy! Effostøðin í Gundadali – Kaldbakstunnilin – Eiðisskarð – tunnilin við Streymin – Hvalvík – Hósvík – Kollafjørð – Sornfelli (málið)

25. juli: 36 km einkultstartur Einkulstartur á Sandoynni. Teinur: Effostøðin – Meginskúlin – Effostøðin – Sandabrekkan – Effostøðin. Teinurin skal koyrast 4 ferðir.

26. juli: 115 km landavegsúkkling Suðuroy. Tvøroyri – Fámjin – Hovsegg – Hov – Porkeri – Vág – Lopra – Sumba – Lopra – Hovsegg – Tvøroyri (tvey umfør niðari vegur – ovari vegur). Startur og mál við Effostøðina á Tvøroyri. 

27. juli: 90 km landavegsúkkling Startur og mál við Wenzel P/F á Akranesgøtu. Koyrt verður á økinum millum Millum Horna, Gomlurætt, Velbastað og økinum kring Tekniska Skúla í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744