- Steðgið grindadrápi við góðum grundgevingum

- Steðgið grindadrápi við góðum grundgevingum
Einasti háttur at steðga grindadrápi er við at sannføra føroyingar við grundgevingum, sum hava hald í veruleikanum, sigur Rúni Nielsen, djóravinur
 
20.07.2014 - 10:09

Ætlar tú at fáa føroyingar at steðga við at drepa grind, so nyttar einki at hótta við samanbrestum.

Tað skrivar Rúni Nielsen í nýggjasta summarútgávuni av elektroniska tíðarritinum, Our Backyard, sum djóraverndarfelagsskapurin Earthrace Conservation gevur út.

 - Verið virðilig og lurtið, so eri eg vísur í, at tey lurta eftir tínum sjónarmiðum, sigur Rúni Nielsen, sum sjálvur var við til at stovna eina føroyska deild fyri Earthrace Conservation fyri tveimum árum síðani.

Nýtið tríggjar grundgevingar

Í greinini, sum er skrivað á enskum, vísir føroyski djóravinurin á tríggjar grundgevingar, sum útlendingar kunnu nýta í royndini at sannføra føroyingar at steðga við at drepa grind.

Tann fyrsta er at vísa á kanningar, at hvalakjøt er illa dálkað av millum annað kiksilvuri. Í hesum sambandi ber til at vísa á kanningar og tilmæli frá føroyskum heilsumyndugleikum, ið siga tað sama.

Onnbur grundgevingin er at vísa á at hátturin at drepa hval ikki er nóg trygg. Tú kanst ongantíð tryggja, at drápið gongur eins væl og ætlað.

Triðja grundgevingin, sum útlendingar kunnu nýta mótvegis føroyingum, snýr seg um óvissuni um, hvussu væl hvalastovnurin yvirhøvur er fyri. Hvussu hevur dálkingin ávirka hvalirnar? Spyr Rúni Nielsen millim annað í elektoniska tíðarritinum, sum Earthrace Conservation hevur givið út í summar.

Bethune broyti hugsan

Tað er nýsælendingurin Pete Bethune stovnaði Earthrace Conservation fyri góðum tveimum árum síðani, eftir at hann sleit samstarvið við Paul Watson og Sea Shepherd.

Upprunaliga var ætlanin at fáa hundraðtals djóraverndarfólk at koma til Føroya at mótmæla grindadrápi.

Men tann ætlanin varð slept á, eftir at stovnarin á vári 2011 sjálvur vitjaði í Føroyum og sá, at tað loysir seg betur at royna at sannføra føroyingar heldur enn at noyða teir at steðga grindadrápi.

Tí tók hann ístaðin stig til at stovna eina føroyska deild fyri djóraverndarfelagsskapinum – millum annað saman við Rúna Nielsen.

Summarútgávan av Our Backyard kann lesast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Mánadag 19. januar
EM-tíðindi 19. januar 2026
202904
Mánadag 19. januar
Morgunlestur mánadagur 19.januar 2026
202875
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797