Kommunulækni skuldsettur fyri kynsligan ágang

Kommunulækni skuldsettur fyri kynsligan ágang
Løgreglan hevur avhoyrt ein kommunulækna í Føroyum, og skuldsett hann fyri at hava framt kynsligan ágang móti fimm kvinnum millum 20 og 30 ár
Løgreglan hevur avhoyrt ein lækna í Føroyum og skuldsett hann fyri at hava framt kynsligan ágang móti fimm kvinnum (tilvildarlig savnsmynd)
Mynd: KvF

25.07.2014 - 12:18

Løgreglan hevur avhoyrt ein kommunulækna í Føroyum og skuldsett hann fyri at hava framt kynsligan ágang móti fimm kvinnum, ið hava verið til læknaviðtalu hjá honum.

Kommunulæknin skal - millum annað í samband við undirlívskanningar - hava framt kynsligan ágang. Kvinnurnar eru millum 20 og 30 ára gamlar.

Løgreglan hevur kannað mannagongdirnar í sambandi við undirlívskanningar, fyri at vita, hvat ein lækni ger í tí sambandinum.

Málið latið ákærumyndugleikanum

Løgreglan metir, at maðurin hevur framt kynsligan ágang tá og í øðrum sambandi, og tí er hann skuldsettur. Málið er latið ákærumyndugleikanum, ið síðani skal reisa ákæru.

Danski ríkisadvokaturin hevur fingið fráboðan um skuldsetingina móti læknanum, ið er skuldsettur fyri at hava framt kynsligan ágang móti teimum fimm kvinnunum.

Setanarmyndugleikin er Heilsutrygd. John D. Olsen, ið varar av kommunulæknaskipanini, kennir ikki ítøkiliga málið, og vil tí ikki gera viðmerkingar til málið beint nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098