Avhoyringarnar halda fram um mánaðarskiftið

Avhoyringarnar halda fram um mánaðarskiftið
Løgmaður verður avhoyrdur 28. august, og dagin eftir verður Kári P. Højgaard avhoyrdur í málinum um privata Eysturoyartunnilin
Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður, verður avhoyrdur 29. august
 
05.08.2014 - 07:51

Avhoyringarnar hjá Hans Gammeltoft-Hansen, sum kannar málið um privata Eysturoyartunnilin fyri løgtingið, halda fram síðst í august og fyrst í september. 

Hósdagin 28.august verður Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, avhoyrdur og dagin eftir Kári P. Højgaard, sum var landsstýrismaður í innlendismálum. 

Og mánadagin 1.september skal Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, avhoyrast.

Fleiri avhoyringar eru ikki á skránni sum er. 

CIP-menn verða ikki avhoyrdir

Í løtuni er ikki ætlanin at avhoyra nakran hjá Copenhagen Infrastructure Partners, sum skuldu gera og eiga Eysturoyartunnilin.

Síðst í juni avhoyrdu Hans Gammeltoft-Hansen og hansara fólk Sjúrð Rasmussen, ráðgeva á Løgmansskrivstovuni, Nellu Festirstein, fyrrverandi deildarstjóra í Innlendismálaráðnum, Ewald Kjølbro, stjóra á Landsverki, Kaj Johannesen, fulltrúa í Innlendismálaráðnum, Rúna Joensen, fyrrverandi aðalstjóra í Innlendismálaráðnum, Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum og Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847