Sea Shepherd lýgur upp á løgregluna

Sea Shepherd lýgur upp á løgregluna
Sea Shepherd sigur, at løgreglan ikki ger meira við málið um grindina í Haralssundi. Lygn, sigur Peter Thaysen, sjefpolitiinspektørur
 
05.08.2014 - 19:37

Sea Shepherd gjørdi einki ólógligt, tá ein bátur hjá felagsskapinum rak eina lítla grind í Haraldssundi aftur til havs.

Tað er niðurstøðan hjá løgregluni, sambært Paul Watson og Sea Shepherd.

Paul Watson skrivar á síni facebook vangamynd:

"Í síðstu viku varð Sea Shepherd meldað fyri brot á lógina, tí vit róku eina grind aftur til havs (...) Løgreglan hevur í vikuni boðað okkum alment frá, at ongar lógir vórðu brotnar, og eingin ákæra verður reist, og sýslumaðurin hevði onga løgfrøðiliga heimild at melda."

Øll viðmerkingin hjá Paul Watson ljóðar soleiðis á enskum.

"Last week Sea Shepherd was accused of breaking the law by driving a pod of whales back out to sea. The schussleman of Klaksvik threatened to have our crew arrested and that he would sue Sea Shepherd for the lost of the whales. This week the police have officially informed us that no laws were broken, there will be no charges and the schussleman has no legal grounds to sue."

Hetta er beinleiðis lygn, sigur Peter Thaysen, sjefpolitiinspektørur.

"Løgreglan hevur einki samband havt við felagsskapin."

Meira um hetta í tíðindunum í útvarpinum í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. januar
Vikuskiftið 9 jan 2026
202461
Fríggjadag 9. januar
LEITISSTEIN 09.01.2026
202450
Fríggjadag 9. januar
RagnarRokk: Toumas Hirvonen um Icemelter
202428
Fríggjadag 9. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Tunghoyrt
202426
Fríggjadag 9. januar
Morgunlestur fríggjadagur 9.januar 2025
202091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459
Hósdag 8. januar
Margreta - teknmálstulkað
202400
Hósdag 8. januar
Veðrið
202397
Mikudag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202341