Dregur út at umvæla Airbussin

Dregur út at umvæla Airbussin
Aftur í dag eru seinkingar í flogferðsluni
 
06.08.2014 - 08:03

Flogfarið hjá Atlantic Airways, sum fekk skaða av nøkrum fuglum fríggjakvøldið, er ikki farið á flog aftur enn.

Umvælingin, sum verður gjørd í Keypmannahavn, er ikki liðug.

Airbusflogfarið var á veg til Føroya úr Keypmannahavn fríggjakvøldið, tá tað rakti nakrar fuglar. Flogfarið vendi við, og setti seg aftur í Keypmannahavn, og har stendur tað enn.

Fyrst ljóðaði, at umvælingin var seinkað, tí ikki bar til at fáa eykalutir frá verksmiðjuni í Týsklandi um vikuskiftið.

Annar motorurin og annar vongurin fingu skaða av fuglunum.

Skadda flogfarið hevur gjørt, at seinkingar hava verið í flogferðsluni hjá Atlantic Airways síðani óhappið hendi, og seinkingar eru eisini í dag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815