Innflutningsbann: Vinnan heldur ondini

Innflutningsbann: Vinnan heldur ondini
Tað er framvegis óvist, um bannið fer at raka Føroyar, og tí verður bíðað í stórum spenningi eftir boðum úr Tinganesi

08.08.2014 - 15:35

Vinnan heldur ondini, tí enn er óvist, um russiska innflutningsbannið eisini fer at taka Føroyar.

Russiski marknaðurin er vaksandi, og hevur stórt virði fyri uppsjóvarvinnuna. Tí er tað av stórum týdningi fyri vinnuna at vita, um innflutningsbannið, sum Russland hevur sett Noregi, ES, USA, Kanada og Avstralia, eisini umfatar Føroyar.

Føroyar eru partur av danska ríkinum, og tá Danmark er limur í ES, verður stúrt fyri, at bannið í Russlandi eisini rakar Føroyar, sigur Bogi Simonsen, sølumaður hjá North Pelagic.

Bakkafrost og Varðin

Bakkafrost, sum eisini útflytir til Russlands, hevur higartil ikki merkt nakað til bannið í Russlandi, sigur Regin Jacobsen stjóri.

Støðan, sum er íkomin, kemur eisini óvart á Varðan Pelagic. Stjórin, Bogi Jacobsen, vil ikki gera stórvegis viðmerkingar í løtuni, men sigur, at eisini har kanna tey málið og bíða eisini eftir boðum frá myndugleikinum.

Neyvan loyst í dag

Gunnar Holm Jacobsen, deildarstjóri á Uttanríkistænastuni í Tinganesi, sigur, at arbeitt verður av øllum alvi at fáa staðfest, um Føroyar eru umfataðar av banninum úr Russlandi ella ikki. Uttanríkistænastan er í beinleiðis samskifti við russiskar myndugleikar og gjøgnum anska uttanríkisráðið.

Gunnar Holm Jacobsen væntar tó ikki, at málið verður loyst í dag, men hann vónar, at greiði verður fingin á støðuni fyrst í næstu viku.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870