Send inn: Vís okkum tínar bestu mjørkamyndir

Send inn: Vís okkum tínar bestu mjørkamyndir
Hevur tú tikið mjørkamyndir í Føroyum í summar, vilja vit fegin frætta frá tær. Send okkum tínar bestu mjørkamyndir her
Hevur tú eisini tikið myndir av mjørkanum í summar, vilja vit fegin frætta frá tær. Her ein mjørkamynd, ið varð tikin frá Sornfelli 9. juli í summar
Mynd: kvf.fo

13.08.2014 - 13:48

Sól, sól og aftur sól. Summarið hevur verið heitt, og tað hevur ikki verið heitari í Føroyum í juli mánaði síðan 1933. Men, vit hava ikki bert havt nógva sól í summar.

Send tínar myndir niðanfyri

Mjørki hevur eisini sett sín dám á hetta føroyska summarið. Í øllum førum at døma eftir myndunum, ið hava verið á sæð á sosialu miðlunum av Føroyum í summar.

Hevur tú tikið mjørkamyndir í summar, vilja vit fegin frætta frá tær. Send okkum tínar bestu mjørkamyndir og nøkur orð til netvarp@kvf.fo, merk yvirskriftina í teldupostinum "Mjørkamyndir."

Í komandi viku verða innkomnu mjørkamyndirnar savnaðar saman í eitt savn, og vístar her á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659