Vinnunevndin skrivar álit um fiskidagarnar

Vinnunevndin skrivar álit um fiskidagarnar
Nógv fólk boðsend á fundin hjá nevndini í gjár
Mikudagin fer løgtingið at atkvøða fyrru ferð um fiskidagarnar. Seinna atkvøðugreiðslan verður fríggjadagin
 
08.08.2014 - 07:36

Vinnunevndin hjá løgtinginum er farin at skriva álit um fiskidagarnar.

Nevndin viðgjørdi uppskotið hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, í gjár. Hann mælir til sama dagatal sum í verandi fiskiári.   

Á fundinum í gjár tosaði Vinnunevndin við Herálv Joensen, stjóra, og Hálvdan Gudmundsen, nevndarlim í Reiðarafelagnum, Jan Højgaard, formann í Fiskimannafelagnum, og Páll Hansen, formann í Maskinmeistarafelagnum og við umboðini hjá skipabólkunum í  Fiskidaganevndini.

Nevndin hitti eisini Jacob Vestergaard, landsstýrismann, Rógva Reinert, aðalstjóra í Fiskimálaráðnum, Eilif Gaard, stjóra, og Lise H. Ofstad, fiskifrøðing á Havstovuni, og Jóhan Simonsen, fulltrúa á Vørn. 

Síðani Janus Rein fór í Fólkaflokkin, hevur Framsókn ikki fólk í Vinnunevndini. Men Poul Michelsen var eygleiðari á fundinum í gjár.

Onnur viðgerð um uppskotið um fiskidagarnar verður mikudagin.
   

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923

Annað frá KVF