Fýra vikur í varðhaldinum og mentalkannast aftur

Fýra vikur í varðhaldinum og mentalkannast aftur
23 ára gamal maður varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Hann er skuldsettur fyri manndráp við at stinga ein mann tríggir ferðir í hálsin við knívi
Grundlógaravhoyring var í Føroya rætti í dag. Hon vardi í ein góðan tíma
 
10.08.2014 - 12:55

Føroya rættur avgjørdi at varðhaldsfongsla mannin, sum er skuldsettur fyri manndráp í Hvalba í gjáramorgunin, í fýra vikur.

Sambært rættinum er maðurin áður dømdur fyri brotsgerðir, sum vóru vandamiklar fyri fólk. Og vandi er fyri, at hann fremur slíkar brotsgerðir aftur, um hann verður latin leysur.

Rætturin segði eisini, at maðurin skal mentalkannast, hóast hann er mantalkannaður fyrr.

Og rætturin gav politinum loyvi til at kanna fartelefonina hjá skuldsetta manninum, millum annað fyri sms-boð.

Verjin hjá skuldsetta manninum, Christian Andreassen, kærdi ikki úrskurðin hjá rættinum.

Fólk hjá danska ferðaliðnum eru á veg til Føroya at kanna drápsmálið í Hvalba.

Grundlógaravhoyringin í dag var fyri afturlatnum hurðum, tí politiið hevur ikkii avhoyrt øll vitni enn. 

Skuldsetti maðurin tók ikki støðu til skuldarspurningin í grundlógaravhoyringini. Hann hvørki játtaði ella noktaði seg sekan.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375