Bjørt spyr um ætlanina at einskilja landsjørðina

Bjørt spyr um ætlanina at einskilja landsjørðina
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur sett arbeiðsbólk at gera tilmæli um at einskilja almennu jørðina
Bjørt Samuelsen vil hava at vita frá Jacobi Vestergaard, um Búnaðagrunnurin eisini skal fíggja, tá almenn jørð verður keypt
 
11.08.2014 - 08:29

Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, vil hava at vita frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, nær hann fer at leggja fram uppskot um at einskilja privatu landsjørðina.

Hon hevur sett landsstýrismanninum í búnaðarmálum ein grein 52 spurning um málið.

Jacob Vestergaard hevur sett ein arbeiðsbólk at gera tilmæli um at einskilja almennu jørðina. Bjørt Samuelsen sigur, at nógv tann størsti parturin av vinnuliga landbúnaðinum er knýttur at almennu jørðini. Privata jørðin er so smábýtt, at avmarkað grundarlag er undir vinnuligum rakstri, og festijørðin er eisini smábýtt, tí væl oman fyri hálvt fjórða hundrað festi eru.

Vaksandi skuld

Hjá nógvum bøndrum eru nærum ógjørligt at fáa raksturin at  bera seg, og hjá mongum er vaksandi skuld, heldur enn vaksandi avlop. 

Bjørt Samuelsen spyr Jacob Vestergaard, um einskiljingin fer at gera fíggjarligu avbjóðingarnar hjá vinnuni størri. Hon vil eisini hava at vita, um Búnaðagrunnurin skal veita fígging til at keypa jørð, og um landsstýrismaðurin ætla at seta treytir og krøv um landbúnaðarframleiðsluni á jørðini, sum verður seld. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365