Vørn hevði heimild at sýta umbøn um upplýsingar

Vørn hevði heimild at sýta umbøn um upplýsingar
Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina kæru um málið. Upplýsingarnar skuldu nýtast til hagtøl
Sólja í Ólavsstovu er Løgtingsins umboðsmaður
 
11.08.2014 - 10:33

Vørn hevði heimild at sýta eini umbøn um innlit í upplýsingar um avreiðingarprísir, sum vórðu ætlaðar til hagtøl.

Tað sigur Løgtingsins umboðsmaður, sum hevur viðgjørt eina kæru um málið.

Fiskimálaráðið staðfesti avgerðina hjá Vørn, sum sýtti umbønini um innlit við tí grundgeving, at upplýsingarnar skuldu brúkast til almenn hagtøl, og at tær tí ikki vórðu fevndar av rættinum um innlit.

Tekur undir við avgerðini

Umboðsmaðurin tekur undir við grundgevingini og staðfestir, at greið lógarheimild er at savna upplýsingar, sum skulu nýtast til hagtøl. Umboðsmaðurin staðfestir eisini, at Vørn nýtti ikki upplýsingarnar til fyrisitingarligt virksemi, og at ætlanin var at almannakunngera hagtølini.

Umboðsmaðurin hevur onga viðmerking til avgerðina hjá Vørn um ikki at lata meirinnlit í upplýsingarnar. 

Les avgerðina hjá Umboðsmanninum her

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870