Fiskidagarnir til aðru viðgerð

Fiskidagarnir til aðru viðgerð
Mieirlutin í vinnunevndini tekur undir við uppskotinum frá landsstýrismanninum. Minnilutin mælir til at skerja dagarnar fimm prosent
 
13.08.2014 - 10:24

Í dag hevur løgtingið aðru viðgerð av uppskotinum hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, um fiskidagarnar næsta fiskiár, sum byrjar 1. september.

Sambært uppskotinum hjá landsstýrismanninum skal fiskidagatalið vera tað sama sum í hesum fiskiárinum.

Fiskifrøðingar mæla annars til stórar skerjingar fyri at verja botnfiskastovnarnar, sum sambært fiskifrøðingunum eru sera illa fyri.

Ikki treytaleyst álit

Jacob Vestergaard hevur sagt, at hann hevur ikki altíð álit á arbeiðinum, sum Havstovan ger og teimum tilráðingum, sum Havstovan letur landsstýrismanninum.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, hevur sagt, at tað kann vera vandamikið, um landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum treytaleyst umboðar vinnuna og sær burtur frá tilmælum frá serfrøðini, tá fiskidagar skulu lutast út.

Meirilutin í Vinnunevndini, teir tríggir fólkafloksmenninir og sambandsmaðurin, mæla løgtinginum til at taka undur við uppskotinum hjá landsstýrismanninum. Kári P. Højgaard í Sjálvstýrisflokkinum er við í meirilutanum í Vinnunevndini, men hann hevur sínar egnu viðmerkingar í álitinum hjá nevndini.

Miðflokkurin hevur ikki umboð í vinnunevndini.

Minnilutin mælir til skerjing

Minnilutin í nevndini, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, hevur gjørt sítt tilmæli saman við Framsókn, sum ikki er umboðað í nevndini. Tey mæla til at skerja fiskidagarnar fimm prosent næsta ár. 

Minnilutin mælir til at taka fimm prosent av fiskidøgunum hjá øllum uttan útróðrarbátunum.

Onnur viðgerð byrjaði klokkan 10, og ætlanin er at avgreiða málið fríggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366