Innflutningsbannið rakar heldur ikki Grønland

Innflutningsbannið rakar heldur ikki Grønland
Russiski rækjumarknaðurin hevur stóran týdning fyri Polar Seafood og Royal Greenland
 
13.08.2014 - 09:30

Heldur ikki grønlendingar verða raktir av russiska innflutningsbanninum, og tí kunnu Polar Seafood og Royal Greenland framvegis útflyta rækjur til Russlands, sigur Bruno Olesen, sølustjóri í Royal Greenland, við grønlendska kringvarpið, KNR.

Hóast Danmark er limur í ES, sum innflutningsbannið rakar, gera russar mun á, um vørur koma úr Danmark, Grønlandi ella Føroyum. Og innflutningur úr Grønlandi og Føroyum er framvegis loyvdur, sigur Bruno Olesen.

Polar Seafood og Royal Greenland útflyta rækjur fyri 400 milliónir kr. um árið, og russiski marknaðurin er sera týdningarmikil. 

Bruno Olesen sigur, at var russiski marknaðurin stongdur, hevði verið neyðugt at selt rækjurnar, har kappingarneytar eru frammanundan, og tað hevði trýst prísin.

Nú eru kappingarneytarnir boykottaðir í Russlandi, men sølustjórin í Royal Greenland heldur, at enn er ov tíðliga at siga, hvørja ávirkan tað fer at hava fyri grønlendska rækjuútflutningin. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343