Uppskot um at einskilja landsjørðina kemur í vár

Uppskot um at einskilja landsjørðina kemur í vár
Landsstýrismaðurin skal tó fyrst hava loyvi frá hinum í landsstýrinum
Fiskimálaráðið hevur fingið eina greining um landsjørðina, og tekur landsstýrið undir við tí, fer uppskot um einskiljing í tingið næsta vár
 
13.08.2014 - 07:44

Tekur landsstýrið undir við tí, fer Jacob Vestergaard at leggja uppskot fyri løgtingið um at einskilja almennu jørðina seint á vári næsta ár. 

Í oktober í fjør fekk Jacob Vestergaard loyvi frá landsstýrinum at arbeiða við málinum, og 1.juli í ár fekk hann álitið frá arbeiðsbólkinum, sum varð settur at greina málið um almennu jørðina. 

Jacob Vestergaard, sum hevur svarað spurningum frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, um landsjørðina, sigur, at politiskt er ikki avgjørt enn, hvussu nógv, jørðin skal seljast fyri.

Heldur ikki er avgjørt, um Búnaðargrunnurin kann lata fígging til at keypa landsjørð.

Jacob Vestergaard sigur, at væntandi verður kravt, at almenn jørð, sum verður einskild, skal brúkast til landbúnað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040