Atlantsflog: Partaeigarar fáa eina freist afturat

Atlantsflog: Partaeigarar fáa eina freist afturat
Landið og Atlantsflog eiga nú meiri enn 95 prosent av partabrøvunum, men enn eru nøkur, sum ikki hava selt síni partabrøv
 
14.08.2014 - 12:54

Í brævi, sum Atlantic Airways hevur sent Skráseting Føroya og partaeigarunum, stendur, at selja og avhenda partaeigararnir ikki partabrøvini til Vinnumálaráðið, áðrenn freistin er úti 26. september klokkan 16,  verður innloysingarupphæddin deponerað á konto í BankNordik. 

Innloysingarupphæddin er upphæddin, sum partaeigararnir hava fingið í boði at selja síni partabrøv fyri, og tað er 210 krónur fyri hvørt partabrævið, sum hevur navnvirðið 100.

Teir flestu hava tikið av

Tá pengarnir eru komnir í varðveitslu - deponeraðir -  kunnu partaeigararnir fáa pengarnar við at venda sær til sín banka, sum skal senda BankNordik ein játtan um at selja partabrøvini. Nógv teir flestu privatu partaeigararnir hava longu tikið av tilboðnum frá felagnum um at selja partabrøvini fyri kurs 210. Og tað almenna og Atlantic Airways eiga nú 95,72 prosent av Atlantsflogi.

Men enn eru nakrir partaeigarar, sum ikki hava selt partabrøvini. Men teir hava ongan annan møguleika enn at selja, tí landið og Atlantic Airways eiga meira enn 90 prosent av felagnum.

Partaeigararnir hava tvær ferðir áður fingið freist fyri at selja síni partavbrøv,  22. apríl og so aftur tann 16. juni. 

Kunnu krevja serfrøðingahjálp

Um ein partaeigari er ónøgdur við innloysingarkursin, kann hann sambært partafelagslógini krevja, at ein Føroya rættur setur ein serfrøðing at meta um kursin.  Og um serfrøðingurin kemur til ta niðurstøðu, at innloysingarkursurin er hægri enn tann, sum Vinnumálaráðið hevur boðið, skal hesin kursurin verða galdandi fyri allar partaeigarar, sum verða tvingsilsinnloystir. 

Partaeigarinskal gjalda eina slíka meting, ella kann Føroya rættur áseta, at Vinnumálaráðið heilt ella lutvíst skal rinda kostnaðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595