Tingmanningin viðger atkvøðugreiðslu um fiskidagar

Tingmanningin viðger atkvøðugreiðslu um fiskidagar
Eivin Jacobsen atkvøddi ímóti uppskotinum hjá landsstýrismanninum. Samgongan tekur ikki Havstovuna í nóg stórum álvara, sigur hann
 
14.08.2014 - 13:17

Tingmanningin hjá Sambandsflokkinum fer nú at viðgera avgerðina hjá Eivini Jacobsen at atkvøða ímóti uppskotinum hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, um óbroyttar fiskidagar, men fyri uppskotinum hjá andstøðuni um at skerja fiskidagarnar fimm prosent.

Eivin Jacobsen sigur, at samgongan tekur ikki tilráðingarnar frá Havstovuni í nóg stórum álvara, og tað er høvuðsorsøkin til, at hann atkvøddi, sum hann gjørdi. Hann heldur, at álitið frá andstøðuni í Vinnunevndini var nærri tí, sum stendur í samgonguskjalinum, enn álitið frá samgonguni

Alfred Olsen, formaður í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum, sigur, at enn hevur flokkurin ikki tikið støðu til spurningin um atkvøðugreiðsluna hjá Eivini Jacobsen. Tað verður viðgjørt innanhýsis fyri triðju viðgerð í morgin, sigur hann.

Skerjingar í fjør

Í fjør mælti helvitn av tingmanningini hjá Sambandsflokkinum, tað vóru Eivin Jacobsen, Reimund Langgaard, Helgi Abrahamsen og Rósa Samuelsen, til at fylgja fiskifrøðini og skerja fiskidagarnar munandi. 

Samgongan samtykti tá eitt broytingaruppskot við lítlum niðurskurði, sum var  minni enn fiskifrøðin mælti til.

Í 2011 fekk Johan Dahl, sum tá var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, eina umsitingarætlan frá einum arbeiðsbólki, sum segði, at í seinasta lagi í 2015 skal allur fiskiskapur eftir toski, hýsu og upsa í føroyskum sjógvi vera lívfrøðiliga og búskaparliga burðardyggur.

Í arbeiðsbólkinum, sum gjørdi ætlanina, vóru umboð fyri Fiskimálaráðið, Havstovuna, Fiskidaganevndina og vinnuna.    

Í samgonguskjalinum stendur beinleiðis, at umsitingarætlanin frá 24.oktober 2011 verður grundarlag undir viðgerðini av framtíðar reguleringum av fiskiskapinum av høvuðsfiskasløgunum, toski, hýsu og upsa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870