Søkja eftir stjóra til løgtingið

Søkja eftir stjóra til løgtingið
Súsanna Danielsen, sum hevur verið løgtingsstjóri seinastu 18 árini, leggur frá sær 1. november
Súsanna Danielsen leggur frá sum stjóri á løgtingsskrivstovuni 1. november
 
15.08.2014 - 14:49

Nú verður lýst eftir stjóra til Løgtingið. 

Løgtingið skal hava nýggjan stjóra, tí Súsanna Danielsen, sum hevur verið stjóri á løgtingsskrivstovuni í 18 ár, hevur sagt upp, og fer úr starvinum tann 1. november. 

Stjórin er dagligur leiðari í umsiting løgtingsins og skal millum annað hava eftirlit við, at at øll tingmál eru løgfrøðiliga og málsliga røtt.

Stjórin skal eisini virka sum løgfrøðiligur ráðgevi hjá flokkum og tingfólkum. 

Umsøkjarar skulu hava løgfrøðiligt embætisprógv ella aðrar viðkomandi útbúgving, og umsøkjarar skulu eisini hava leiðsluroyndir. 

Starvið sum stjóri í løgtinginum er lønt í 40. lønflokki í tænastumannalógini, og lønin er góðar 58.000 krónur um mánaðin. 

Freistin at søkja starvið er 19. september klokkan 15.30. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065