Uppskot um at einskilja jørðina kemur í vár

Uppskot um at einskilja jørðina kemur í vár
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu
Jacob Vestergaard, landdsstýrismaður, ætlar at einskilja landsjørðina
 
18.08.2014 - 09:37

Í vár ætlar landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum, Jacob Vestergaard, at leggja fram uppskot um at einskilja landsjørðina.

Tað stendur í svari til fyrispurning frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi.

1. juli í ár fekk landsstýrismaðurin eina frágreiðing og tilfar frá einum arbeiðsbólki, sum lýsir málið.

Yvirlit yvir jørðina

Arbeiðsbólkurin vísir á, at eins og yvirlit er gjørt yvir alla ta jørð, sum landið eigur, kann eisini verða skrásett, hvat jørð ymsastaðni í landinum verður seld fyri. Hugsanin er, at festijørðin verður seld fyri ein prís, sum kann ásetast við grundarlagi undir hesum skrásettu prísum..

Spurningurin um prísáseting er ikki viðgjørdur ítøkiliga enn, sigur landsstýrismaðurin, men hann viðgongur í svarinum, at ein søla av jørðini í sjálvum sær økir um fíggjarligu avbjóðingarnar fyri keyparan av jørðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028