Eldraøkið: Vilja hava stuðul til fíggingarleistin

Eldraøkið: Vilja hava stuðul til fíggingarleistin
Havnin, Kvík og Fámjin halda seg verða við skerdan lut, tí so fáir útisiglarar búgva í hesum kommunum
Kvívík er ein av kommununum, sum biður hinar kommurnar í landinum um stuðul
 
22.08.2014 - 12:53

Tórshavnar, Kvívíkar og Fámjins kommunur heita nú á hinar kommunurnar í landinum um at stuðla sær. Tær tríggjar kommunurnar vilja ikki góðtaka fíggingarleistin, nú eldraøkið verður lagt út til kommunurnar um nakrar mánaðir. Tær tríggjar kommunurnar hava tí sent Kommunufelagnum bræv, har tær biðja um stuðul, men Kommunufelagið hevur ikki viðgjørt áheitanina enn.

Fíggingarleisturin ger, at hesar tríggjar kommunurnar verða verri fyri enn hinar, tí fáir útisiglarar eru í Havn, Kvívík og Fámjin, sum tí eru við skerdan lut. Fíggingarleisturin er betri fyri kommmunurnar, har flestu útisiglararnir búgva, tí tær fáa meira í sín part.

 Tær tríggjar kommmunurnar seta fram ófrávíkiligt krav í brævinum um, at fíggingin fylgir við. Kommunurnar sýti fyri at byrja við einum undirskoti frá fyrsta degi. 

Skulu rinda meiri

Egnar útrokningar hjá kommununum vísa, at hvør borgari í Fámjin má rinda 1400 kr. eyka, hvør borgari í Kvívík einar 1200 kr. afturat,  og hvør borgari í Tórshavnar kommunu skal rinda einar 400 kr. eyka, meðan aðrar kommunur fáa ta fígging, sum hóskar til fíggjarleistin.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og formaður í Kommunufelagnum, er staddur í Reykjavík, men hann sigur í stuttari viðmerking, at fundur verður við Fíggjarmálaráðið, so skjótt hann er afturkomin. Og tá má ein semja finnast um ein leist.

Bæði land og kommunur skulu gera fíggjarætlan fyri næsta ár, og semja má verða millum kommunurnar og landið frammanundan.
 
Sambært Heðini Mortensen eru umleið 20 milliónir kr. á muni millum tað, sum landið vil lata, og tað, sum kommunurnar vilja hava, nú eldraøkið fer á kommunalar hendur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444