Gongur striltið at fáa helvtina av Lív

Gongur striltið at fáa helvtina av Lív
Tryggingareftirlitið og avvarðandi myndugleikar hava framvegis ikki góðkent keypið
 
27.08.2014 - 15:25

Hóast 18 fakfeløg tann 14. desember í 2012 skrivaðu undir sáttmála um at keypa helvtina av partabrøvunum í Føroya Lívstrygging fyri 35 milliónir kr., so er málið framvegis ikki endaliga avgreitt.

Samstundis fekk Ognarfelagið Lív, sum umboðar allar tryggingartakarar í Lív, hina helvtina frá landsstýrinum. Treytin var kortini at Tryggingareftirlitið og avvarðandi myndugleikar skuldu góðkenna keypið.

Og síðani tá er ein meinbogi fyri og annar eftir komin undan kavi, og higartil er úrslitið, at keypið ikki er avgreitt.

Fundur aftur í september

Nær tað verður avgreitt, er framvegis ikki greitt, men í september verður aftur fundur um viðurskiftini kring Lív, og áðrenn tann fundurin hevur verið, er støðan tann sama.

Fakfeløgini fóru undir fyrireikingarnar at keypa helvtina av Lív í mars í 2012. Tað hendi eftir at BankNordik, sum ætlaði at keypa Føroya Lívstryggin, kortini ikki vildi keypa. Fakfeløgini halda, at limirnir í feløgunum sum hava sínar eftirlønartrggingar í Lív, fáa meir burturúr, um fakfeløgini sjálvi eiga tryggingarfelagið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
RagnarRokk: Dan Swanö um Moontower
208553
Hósdag 28. mai
Kvørnin: "Ókendir"
208958
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457