Kanningarstjórin sent boð eftir Jenisi av Rana

Kanningarstjórin sent boð eftir Jenisi av Rana
Formaðurin í Miðflokkinum skal avhoyrast um privata Eysturoyartunnilin
Jenis av Rana skal avhoyrast um Eysturoyartunnilin mánadagin
 
27.08.2014 - 07:11

Jenis av Rana, løgtingsmaður og formaður Miðfloksins, skal eisini avhoyrast, nú Hans Gammeltoft-Hansen, kanningarstjóri hjá løgtinginum, kemur aftur til Føroya.

Hans Gammeltoft-Hansen sigur, at Jenis av Rana verður avhoyrdur mánadagin klokkan eitt korter til tíggju. Klokkan hálvgum ellivu verður Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, avhoyrd.

Fyri einum ári síðani segði Jenis av Rana við Útvarpið, at tað var ikki rætt, tá løgmaður segði, at hann einki visti um atfinningarnar hjá deildarstjórunum í Innlendismálaráðnum um uppskotið um avtaluna millum landsstýrismannin og Copenhagen Infrastructure Partners um Eysturoyartunnilin, fyrr enn Kringvarpið avdúkaði atfinningarnar.

Jenis av Rana segði 30.august, at skjalið við atfinningunum hjá deildarstjórunum varð viðgjørt á fundi hjá formonnunum í samgonguflokkunum 19.august í fjør. 

Kortini segði løgmaður, formaður Sambandsfloksins, seg einki vita um atfinningarnar fyrr enn slakar tvær vikur seinni, tá Dagur og Vika kundu almannakunngera atfinningarnar hjá deildarstjórunum.

Kári í morgin  

Í morgin fer Hans Gammeltoft-Hansen at avhoyra Kára P. Højgaard, sum var landsstýrismaður í innlendismálum og byrjaði málið um privata Eysturoyartunnilin.

Fríggjadagin er Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, biðin um at koma í Dómhúsið í Havn til avhoyringar. 

 


 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392