Seta løðistøðir upp kring landið

Seta løðistøðir upp kring landið
Tað fer at taka umleið seks tímar at løða bilin
 
27.08.2014 - 10:19

Jarðfeingi og SEV arbeiða við at gera umstøðurnar betri at hava el-akfør í Føroyum. Í løtuni verða møguleikar kannaðir at seta upp løðistøðir runt í landinum til el-bilar.

Tað stendur í frágreiðing, sum Jarðfeingi hevur almannakunngjørt.

Sum er, kunnu el-bilar bara løðast heima við hús, og tí er avmarkað, hvar teir kunnu koyra.

30 krónur at løða

Ein løðistøð kostar umleið 15.000 krónur, og tað tekur umleið seks tímar at løða bilin. Og tað er ikki dýrt at løða bilin - einar 30 krónur, stendur í frágreiðingini.

Og fyri at seta gongd á, kann verða talan um ókeypis løðingar at byrja við, skrivar Jarðfeingi, sum væntar, at kommunur og størru fyritøkurnar í landinum hava áhuga í at seta upp slíkar løðistandarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609