Fleiri eiga sleppa at keypa landsjørðina

Fleiri eiga sleppa at keypa landsjørðina
Í endaliga tilmælinum til landsstýrismannin, verður landsjørðin seld festarum og leigarum
 
28.08.2014 - 11:24

Fleiri enn upprunaliga ætlað eiga at sleppa at keypa landsjørðina, tá, ella um, hon verður seld.

Fyrst mælti verkætlanarbólkurin hjá Fiskimálaráðnum til, at bara fólk, sum búgva í Føroyum, og sum ikki fara at eiga meira enn fimm prosent av jørðini í Føroyum, tá tey hava keypt landsjørð, eiga at sleppa at keypa landsjørð.  

Men í endaliga tilmælinum, sum Jacob Vestergaard fekk, er talið fimm vorðið til tvey prosent. Verkætlanarbólkurin segði eisini í fyribils tilmælinum, at landsjørðin verður seld verandi festarum fyri ein mettan marknaðarprís. Í endaliga tilmælinum verður landsjørðin seld festarum og leigarum. 

Skuldi ikki síggja frágreiðingina

Stýribólkurin, sum varð settur, tá landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum setti arbeiðsbólk at lýsa neyvt og ítøkiliga spurningin um at selja, einskilja, landsjørðina, sá ikki frágreiðingina, tá hon var liðug og latin landsstýrismanninum.

Og tað var heldur ikki ætlanin. Stýribólkurin skuldi bara lata eina endamálsorðing, sum verkætlanarbólkurin skuldi arbeiða eftir.Hann skuldi ikki góðkenna frágreiðingina ella fáa hana til ummælis, áðrenn verkætlanarbólkurin handaði landsstýrismanninum hana. 

Arbeiddi skjótt

Í verkætlanarbólkinum vóru  Arne Poulsen í grannskoðaravirkinum Numo, hann var formaður, Jákup Mørkøre í Fiskimálaráðnum var skrivari og har vóru eisini Óli Johansen á Umhvørvisstovuni og Rólvur Djurhuus á Búnaðarstovuni.Teir arbeiddu skjótt. Bólkurin varð settur 8.apríl, hann hevði 11 fundir og var liðugur 1.juli. 

Í stýribólkinum vóru Heri Joensen og Anni á Hædd í Fiskimálaráðnum, Petur Nielsen á Umhvørvisstovuni, Bjørn Patursson á Búnaðarstovuni og Bárður Larsen í Kommunufelagnum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328