Skipararnir bíða eftir løgmanni

Skipararnir bíða eftir løgmanni
Manningarfeløgini hava heitt á løgmann um at taka øll fiskirættindi frá Anitu
Eyðstein Djurhuus er formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag
 
28.08.2014 - 15:52

Føroya Skipara- og Navigatørfelag bíðar eftir avgerðini hjá Kaj Leo Holm Johannesen í málinum um garnaskipið Anitu.

Eyðstein Djurhuus, formaður, sigur, at manningarfeløgini hava heitt á løgmann um at taka øll fiskirættindi frá skipinum, og fyrr enn løgmaður hevur tikið støðu, hendir ikki meir frá teirra síðu.

Reiðarin á Anitu, Sørin Christiansen tosar við Fiskimannafelagið um sáttmála fyri manningina á Anitu, fyri at fáa øll viðurskifti í rættlag.

Einki komið burturúr

Eyðstein Djurhuus, sigur, at teirra felag eisini hevur samskift við reiðaríið hjá Anitu, men enn er einki ítøkiligt komið burturúr.

- Nú bíða vit eftir avgerðini hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, sigur Eyðstein Djurhuus.

- Tekur hann fiskirættindini frá skipinum, so loysir málið seg av sær sjálvum. Velur hann hinvegin at lata skipið varðveita fiskirættindini, so er støðan ein onnur, sigur hann. 

- Tað eru manningarfeløgini sum hava samráðingarrættin fyri fiskiskipini undir føroyskum flaggi, og hann ætla vit at nýta, sigur ein avgjørdur formaður í Skipara- og navigatørfelagnum, Eyðstein Djurhuus.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846