Tormóður søkir starvið aftur

Tormóður søkir starvið aftur
Tórmóður Stórá sigur, at hann hevur fingið fleiri áheitanie um at søkja starvið sum leiðari á Psykiatriska deplinum aftur
 
28.08.2014 - 15:34

Tormóður Stóra, leiðari á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, hevur gjørt av at søkja starvið sum leiðandi yvirlækni á deplinum, nú tað er lýst leyst av nýggjum.

Fyrr í ár varð søkt eftir leiðara til Psykiatriska depilin, men bert Tormóður Stórá søkti starvið, og tí gjørdi leiðslan á Landssjúkrahúsinum av at lýsa starvið leyst av nýggjum.

Tormóður Stóra fekk boð um, at hann kundi lata sína umsókn liggja, men hann valdi at taka hana aftur.

Nógvar áheitanir

Hann sigur, at hann hevur fingið nógvar áheitanir um at søkja starvið, tí hevur hann gjørt av at royna aftur.

Tórmóður Stórá hevur verið leiðari í Psykiatriska deplinum í meira enn átta ár. Hann er áramálssettur, og starvstíð hansara endaði 1.juni. Hann játtaði tó at halda fram til 1.september.  

Freistin at søkja starvið sum leiðandi yvirlækni og depilsleiðari í Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum er úti mánadagin 1. september.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558