- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður: Hevði einki við CIP-avtaluna at gera

27. juni 2013 er ein avgerandi dagur í málinum um politisku handfaringina av Skálafjarðartunnlinum.

Hetta er dagurin, tá Kári P. Højgaard, táverandi landsstýrismaður í innlendismálum, skrivaði undir avtaluna við Copenhagen Infrastructure Partners um at lata eina millión í endurgjaldi, um tunnilssamráðingarnar duttu niðurfyri.

Hevði Kári P. Højgaard heimild at skriva undir endurgjaldsavtaluna? Og hvønn leiklut hevði Kaj Leo Holm Johannesen í hesum?

Tað er tað, sum Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóri, millum annað skal fáa greiði á.

Tað verður neyvan lætt. Tí tey, sum vóru á fundinum, hava hvør sína fatan av tí, sum fyrifórst.

Góðtók avtaluna

Bæði Kári P. Højgaard og táverandi aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, Rúni Joensen, vilja vera við, at løgmaður á fundinum bæði visti um og góðtók endurgjaldsavtaluna. Kári P. Højgaard segði undir avhoyringunum í gjár, at løgmaður førdi orðið á fundinum, har endurgjaldið til CIP var umrøtt.

Rúni Joensen, aðalstjóri, segði, tá hann varð avhoyrdur, at løgmaður de facto gjørdi endurgjaldsavtaluna.

Men løgmaður hevur eina heilt aðra fatan av, hvat hendi á fundinum.

Kaj Leo Holm Johannesen játtaði, at hann sat einsamallur við Rúna Bro Róin frá CIP klokkan níggju, áðrenn hini møttu í fundarhølinum. Men teir báðir tosaðu hvørki um tunnil ella endurgjald. Teir tosaðu um gamlar dagar, tá Kaj Leo Holm Johannesen vardi HB-málið, og Rúni Bro Róin plagdi at taka myndir frá fótbóltsdystum.

Tað var ikki fyrr enn Kári P. Højgaard og Rúni Joensen við fylgi komu inn í fundarhølið, at tunnilin varð umrøddur.

Men leikluturin hjá løgmanni var, sambært honum sjálvum, sera avmarkaður á fundinum.

Málið aftur í tingið

Hann skuldi einans greiða frá, hví hann avgjørdi at senda málið niðan aftur í løgtingið, fyri at fáa staðfest heimildina at lata privata felagið gera tunnilin.

Løgmaður váttaði, at endurgjald til CIP varð umrøtt á fundinum. Bæði 10 milliónir og ein millión vóru nevndar. Rúni Bro Róin vildi hava løgmann at skriva undir eina endurgjaldsavtalu, men hesum noktaði løgmaður, tí tað var ikki hansara borð. Tað var borðið hjá Kára P. Højgaard.

Løgmaður hevur áður sagt, at ein millión í endurgjaldi er piparnøtur samanborið við tær mongu milliónir, sum landið sparir við at lata tunnilsverkætlanina vera privata heldur enn almenna.

Hetta endurtók hann Dómhúsinum í dag.

Minnist ikki

Spyrjarin vildi vita, um hann bara HUGSAÐI um piparnøturnar á fundinum úti í Tinganesi, ella um hann eisini segði sína hugsan á sjálvum fundinum.

Men tað mintist løgmaður ikki.

Løgmaður varð eisini spurdur, um hann helt, at hann á fundinum kundi havt givið landsstýrismanninum, aðalstjóranum og CIP-fólkunum eina fatan av, at hann góðtók, at teir eftir fundin gjørdu eina break-fee avtalu.

Men tað kundi løgmaður ikki svara, tí hann segði seg ikki kunna vita, hvørja kenslu onnur standa eftir við.

- Tað er nóg ringt at kenna sínar egnu kenslur", legði hann afturat.