Næraberg kann verða liggjandi í Reykjavík

Næraberg kann verða liggjandi í Reykjavík
Havnarfútin undrast, at havnin ikki sleppur at røkja sína skyldu, sum m.a. er at bunkra og lata skipum streym
 
29.08.2014 - 14:00

Tað kann henda, at havnin í Reykjavík sleppur ikki av við Næraberg, tí hann fær onga olju í Íslandi. 

Gísli Gísla­son, havnarfúti í Reykjavík, sigur við Morgunblaðið, at tey, sum arbeiða í havnini, fata skylduna hjá havnini at taka ímóti skipum soleiðis, at skip eiga at fáa allar vanligar tænastur, sum biðið verður um. Gísli Gíslason undrast á, at havnin ikki sleppur at røkja skyldu sína, sum millum annað er at bunkra skip og lata teimum streym.

Hann sigur við Morgunblaðið, at koma skip inn, sum ikki hava nógva olju eftir, kann endin gerast tann, at havnin sleppur ikki av við skipini aftur, tí tey fáa ikki farið út aftur við ov lítlari olju. 

Gera bara eftir boðum

Ásgrím­ur Ásgríms­son, leiðari hjá vaktar- og bjargingartænastuni, sigur, at tey gera bara eftir boðum frá Fiskimálaráðnum.  Skip sum Næraberg eiga als ikki at koma í íslendska havn. Men Næraberg slapp tó inn, tí skipið hevur maskinskaða. Slíkt er hent eina ferð áður í summar. 

Men Næraberg fær ongar tænastur í Reykjavík, har er knívsskorið. Lógin um útlendsk fiskiskip í Íslandi liggur í buktini.

Sambært lógini sleppa útlendsk skip, sum fiska av felags stovnum, sum Ísland onga avtalu hevur um, ikki í íslendska havn. Koma tey kortini at bryggju, eiga tey onga tænastu at fáa, men bara ta hjálp, sum kann fáa tey úr neyðstøðu. 

Ikki við í makrelsemjuni

Ísland er ikki við í makrelsemjuni, sum hini strandarlondini gjørdu í vár.

Næraberg hevur royndarkvotu av makreli í grønlendskum sjógvi, har sum íslendingar fiska makrel í summar.  

Ásgrím­ur Ásgríms­son sigur við Morgunblaðið, at vaktar- og bjargingartænastan fekk at vita í vár, at lógin um útlendsku skipini skal haldast. Og tí fær Næraberg hvørki vatn ella olju í Íslandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558