Vørn: Fiskiskapur hjá Anitu skipað ránsveiða

Vørn: Fiskiskapur hjá Anitu skipað ránsveiða
Fiskiskapurin hjá garnaskipinum er skipað ránsveiða av føroyska landgrunninum. Eingin orsøk er at bíða við at taka øll fiskirættindi frá skipinum
Fiskiskapurin hjá garnaskipinum Anitu er skipað ránsveiða av føroyska landgrunninum, og fiskiloyvið eigur at verða tikið frá skipinum, heldur Vørn

02.09.2014 - 14:54

Tað eru greiðu boðini frá Vørn til Fiskimálaráðið og Løgmansskrivstovuna. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur tí boðað partafelagnum Seta frá, at ætlanin er at taka øll fiskirættindi frá garnaskipinum Anitu, sum hevur loyvi at royna við gørnum eftir havtasku og svartkalva.

Tað var longu í apríl, at Vørn mælti Fiskimálaráðnum til at taka fiskirættindini frá skipinum til rættarmálið um brot á lógina um vinnuligan fiskiskap varð avgreitt.

Í skrivi til Fiskimálaráðið 23. apríl grundgevur Vørn fyri at taka fiskirættindini: Har verður sagt, at:

"Vørn metir, at skuldsetingarnar sum eru settar fram mótvegis skipara og reiðaríið, viðvíkja so umfatandi og álvarslig brot á lóg um vinnuligan fiskiskap, at talan er um skipaða ránsveiði av føroyska landgrunninum."

Vørn ikki broytt støðu

Eisini verður mett, at henda ránsveiða er so umfatandi, at hon setir alla garnaveiðiskipanina og botnfiskiskapin undir Føroyum sum heild í vanda.

Mett verður tí, at at ein afturtøka av veiði- og fiskiloyvi stendur mát við framdu brot og er einasti máti fyri munandi at tryggja móti endurtøku av líknandi brotum.

Støðan hjá Vørn er ikki broytt, tí í skrivi til Løgmansskrivstovuna 15. august, fýra mánaðir eftir skrivið til Fiskimálaráðið, sigur Vørn, at eingin orsøk er til at bíða við at taka fiskirættindini frá Anitu.

Einki fordømi um so álvarslig brot

Víst verður á, at brotini eru so álvarslig, at einki annað dømi er at samanlíkna við í ta tíð fiskiveiðueftirlit hevur verið framt undir Føroyum. Serliga er tað stóra garnatalið, sum hugsað verður um.

Tað brotið metir Vørn vera nóg mikið til, at veiði- og fiskiloyvið endaliga verða tikin aftur, eins og mett verður, at hetta brotið einsamalt er størri enn nakað annað brot, sum Fiskiveiðueftirlitið hevur staðfest.

Víst verður á, at Anita varð umbygd fyri jól, so farið kundi hava 25 dekkarar umborð, ístaðin fyri 14 frammanundan. Tað metir Vørn vera greiða ábending um, at farið riggaði til at hava nógv fleiri enn tey loyvdu 1400 gørnini umborð, tí 14 mans klára ikki at røkja 4.649 gørn.

Eigur at fáa avleiðingar

Talan er sostatt um skipaða ránsveiði, og hetta eigur eisini at hava ta avleiðing, at øll loyvi verða tikin endaliga. Harumframt skal havast í huga, at reglan um at einki far má hava meir enn 1400 gørn standandi í sjónum, er gjørd fyri at fiskur ikki skal standa í gørnunum í meir enn 72 tímar.

Eftirsum Anita hevur havt meir enn tríggjar ferðir hetta tal, kann ikki annað enn hugsast, at nógvur fiskur er farin fyri skeyti av at hava staðið ov leingi í gørnunum.

Samanumtikið metir Vørn, at omanfyri brot gera, at stórur vandi er fyri, at felagið framhaldandi fer at bróta lógina. Eisini av hesi orsøk metir Vørn, at øll veiði- og fiskiloyvi eiga endaliga at verða tikin aftur, skrivaði Vørn til Løgmansskrivstovuna hálvan august.

Partafelagið Seta skuldi svara Løgmansskrivstovuni í morgin, men svarfreistin er longd til 8. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. januar
EM-tíðindi 26. januar 2026
203227
Mánadag 26. januar
Mánadagur morgunlestur 26.januar 2026
203179
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084