Fingu 1.000 kr. í bót

Fingu 1.000 kr. í bót
Tað ber ikki til hjá stuðulsfólkunum hjá Sea Shepherd at skjóta dómarnar inn fyri Landsrættin uttan við loyvi frá Processbevillingsnævnet.
 
08.09.2014 - 13:03

Seks stuðulsfólk hjá Sea Shepherd fingu 1.000 kr. í bót hvør fyri at órógva grindaraksturin á Sandi næst seinasta leygardag. Rinda tey ikki bótina, skulu tey sita í seks dagar í staðin fyri. Fólkini eru dømd fyri at bróta grindakunngerðina og politiviðtøkuna.

Av tí at talan er um politimál, ber ikki til at skjóta dómarnar inn fyri Landsrættin uttan við loyvi frá Processbevillingsnævnet. 

Tey seks stuðulsfólkini, fýra kvinnur og tveir menn, hjá Sea Shepherd, vórðu tikin á sandinum heima á Sandi næst seinasta leygardag, tá grind varð hildin til har. Fólkini, sum eru millum 23 og 40 ára gomul, vóru ákærd fyri at bróta kunngerðina um grind og politiviðtøkuna.

Fingu myndatólini aftur

Ákæruvaldið kravdi, at tey vórðu dømd at rinda 1.000 kr. hvør í bót. Tað fingu tey í sektaruppskoti frá fútanum, men noktaðu at taka við. Tí fóru mál teirra í rættin. Ákæruvaldið kravdi eisini, at løgreglan sleppur at hava myndatólini, sum vórðu tikin frá fólkunum, og kanna myndirnar í teimum. Fólkini hava fingið myndatólini aftur.       

Tey játtaðu øll at hava verið á sandinum og úti í sjónum, tá grindin nærkaðist. Men tey noktaðu seg sek og kravdu frídøming.

Átta onnur fólk vórðu tikin á Sandi, tá grind var har. Tey vóru í trimum bátum hjá Sea Shepherd. Politiið tók bátarnar og hevur teir enn. 

Tey átta fólkini skulu í Føroya rætt tann 25.september.

Støða er ikki enn tikin til, um áheitan verður send Útlendingastýrinum um at vísa stuðulsfólkunum hjá Sea Shepherd úr Føroyum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Le connetable
216318
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210