Hava umvælt part av Shefa-kaðalinum

Hava umvælt part av Shefa-kaðalinum
Um vikuskiftið varð fyrsti parturin av Shefa lagdur av nýggjum. Umvælingar eru tó eftir at gera seinni í ár og næsta ár
 
08.09.2014 - 14:52

Nógv brot hava verið á Shefa-kaðalinum, síðan hann varð tikin í nýtslu í 2007. Í miðal hava verið tvey kaðalslit um árið, og tað er alt ov nógv, sigur Føroya Tele. Tí hevur verið arbeitt við einari ætlan at leggja kaðalin av nýggjum.

Shefa-kaðalin gongur millum Føroyar, Hetland og Skotland, og hýsir stórum parti av internet-ferðsluni hjá føroyingum. 

Føroya Tele hevur onnur sambond at dúva uppá, og einki bendir á, at breiðbandið hevur verið stórvegis nervað, nú Shefa hevur verið sløktur í ein mánað, sigur Føroya Tele.

Tóku kaðalin upp

Í síðstu viku var kaðalin tikin upp og lagdur av nýggjum. Økið varð reinsað, har hann er lagdur, og roynt er at tryggja hann betur, m.a. við at grava hann niður í botn, har tað ber til. Hetta arbeiðið eydnaðist ikki til fulnar. Í fyrstu syftu bar ikki til at fáa kaðalskipið, sum er leigað til uppgávuna, at gera alt arbeiðið um eina leið. Tí verður neyðugt at taka arbeiðið uppaftur seinni

Haraftrat er onkur teinur, har tað ikki hevur eydnast at grava kaðalin niður í botn, so hann er nóg væl vardur, og tí skal nú eftirmetast, um eyka arbeiði skal gerast í tí strekkinum.

Sum støðan er nú, verður farið aftur at umvæla kaðalin seinni í hesum mánaðinum, og einaferð í næsta ár verður farið at arbeiða aftur upp á Shefa-kaðalin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523