Anita útgjørd til fiskiskap eitt ár í senn

Anita útgjørd til fiskiskap eitt ár í senn
Umbyggingin hevur einki við ólógligan fiskiskap at gera, sigur advokaturin hjá reiðarínum
 
09.09.2014 - 09:29

Garnaskipið Anita varð umbygt í Spania um seinasta ársskiftið til at kunna vera útgjørt til fiskiskap í eitt ár í senn.

Skipið, sum er skrásett í Føroyum, er útgjørt úr Spania. Fyri at sleppa undan at skula so ofta til Spania, varð skipið umbygt til at kunna hava meira reiðskap og útgerð. 

Ætlanin var eisini at virka fiskin umborð. Tí kravdist munandi størri manning.

Hesar eru einastu orsøkirnar til umbyggingina. Hon hevur einki við skipaðan ólógligan fiskiskap at gera, sum reiðaríið er vorðið skuldsett fyri.

Tað sigur Jens Andrias Vinther, advokatur hjá P/f Seta, reiðaríinum hjá Anitu, í hoyringarskrivi, nú løgmaður ætlar at taka veiðiloyvið frá Anitu.

Hann sigur eisini við at vísa á tøl hjá Vørn, at Anita fiskar ikki meira enn onnur føroysk garnaskip.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558