- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spyr um hálvt annað ára gamalt lyfti um frípláss

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, fer á tingfundinum í morgin at spyrja landsstýriskvinnuna í almannamálum um eitt hálvt annað ára gamalt lyfti.
Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, boðaði í fjør vár frá í fjølmiðlunum, at hon ætlaði at fáa skipanina við fríplássum til barnaansing tillagaða sambært tilmælinum í heildarætlanini viðvíkjandi fólkaflyting og fólkavøkstri.
Spyr um ætlanina
Tá munnligu fyrispurningarnir vera í løgtinginum í morgin, fer Eyðgunn Samuelsen at spyrja Anniku Olsen, um hon framvegis ætlar at tillaga skipanina við fríplássum, hvussu nógv ein tillagað skipan fer at kosta og, um kommunurnar skulu bera allan kostnaðin.
Sambært heildarætlanini viðvíkjandi fólkaflyting og fólkavøkstri er skipanin ein forðing fyri, at einsamallir uppihaldarar arbeiða fulla tíð, tí skipanin eggjar ikki fólki til at fáa sær arbeiði, sum gevur meiri løn.
Tí kann skipanin gera, at einsamøll foreldur ikki sleppa burtur úr láglønarstøðuni.
Kommunurnar gjalda
Skipanin virkar soleiðis, at húski, sum fortjena minni enn 240.000 krónur um árið, fáa fult frípláss á dagstovnum.
Tá inntøkan er okkurt um 284.000 krónur, skal fult gjald rindast fyri at hava barn í vøggustovu ella barnagarði.
Eyðgunn Samuelsen vísir á, at kommununnar gjalda fyri fríplássini, men landið ásetur inntøkumarkið.
Tað ber ikki til at áleggja kommununum, at tær einsamallar gjalda fyri fleiri frípláss, sigur Eyðgunn Samuelsen.























