Krevur búskaparviðurskiftini í Grønlandi á breddan

Krevur búskaparviðurskiftini í Grønlandi á breddan
Søren Espersen úr Danska fólkaflokkinum sigur, at búskaparliga gongdin í Grønlandi er út av lagi vánalig, og vil hava spurnarorðaskifti um málið
Søren Espersen, fólkatingsmaður, sigur, at hallið á grønlendsku fíggjarlógini verður 700 mió. kr. um nøkur ár
 
10.09.2014 - 14:38

Tað hevur fingið øði í grønlendskar politikarar, at Danski fólkaflokkurin, saman við restini av andstøðuni í fólkatinginum, krevur eitt spurnarorðaskifti um búskaparligu støðuna í Grønlandi.

Framsøgumaðurin hjá Danska fólkaflokkinum í grønlendskum málum, Søren Espersen, sigur, at búskaparliga gongdin í Grønlandi er út av lagi, og tí mugu donsku politikararnir gera vart við seg.

Søren Espersen vísir á, at undirskotið á grønlendsku fíggjarlógini verður einar 700 milliónir kr. næstu árini, samstundis sum arbeiðsloysið veksur skjótt, og grønlendingar í hópatali flyta av landinum.

Finst at Alequ Hammond

Danski fólkaflokkurin vil hava at vita frá Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra, hvat hon vil gera við Grønland og vánaligu gongdina har.

Søren Espersen finst eisini at grønlendsku landsstýrisforkvinnuni, Alequ Hammond, og skuldsetir hana og grønlendska landsstýrið fyri ikki at megna at gera nakað við vánaligu støðuna.

- Aleqa Hammond hevur ikki megnað at greitt frá, hvussu álvarslig støðan er í Grønlandi,og heldur ikki, hvussu landsstýrið ætlar at loysa álvarsligu støðuna í landinum, sigur Søren Espersen.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532