Framvegis eingin toskur á Føroya banka

Framvegis eingin toskur á Føroya banka
Magnus Heinason hevur gjørt yvirlitstrolingar á bankanum
 
11.09.2014 - 15:35

Meira var at fáa av toski á Føroya banka í vár enn undanfarin vár. Spurningurin var so, um toskurin var í ferð við at koma fyri seg aftur. 

Men yvirlitstrolingin nú í heyst vísir, at tað neyvan er hent.

Magnus Heinason hevur júst verið á Føroya banka.

Niðurstøðan er, at framvegis er lítið at fáa av toski á Føroya banka. Lítið var eisini at fáa av hýsu, tó var nakað av smáari hýsu, og av upsa var sera lítið. 

Magakanningarnar vístu, at meira er til av bæði smáari og stórari nebbasild enn vanligt hevur verið seinastu árini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659